Garaguhurðar

Allar garaguhurðar hjá okkum eru úr Týsklandi.

Hurðarnar vera veittar sum heysiportur og eru úr træ ella heittgalvaniseraðum stáli. Øll sniðini vera gjørd bæði til einkulta- og dubulta garagu. Alt er 1. flokks vøra, hevur flottan arkitektur og tryggan teknik.

Príslisti sæst her: Novoferm príslisti

Heysiportur

Novoferm heysiportrið hevur  vakra útsjónd, ein tryggan teknik og undir nýtsluni er portrið sera ljóleyst. Góskan er fyrsta floks og tað rætta til tín.

Heysiportrini eru gjørd við sterkum og dragi-stabilum karmi við sektiónum úr træi ella stáli. Sektiónirnar fáast bjálvaðar ella ikki bjálvaðar við ymiskari útsjónd og mynstrum.

Portrini kunnu hvørt fyri seg vera gjørd við ymiskum ljósopum. Ì úrvalinum eru eisini hurðar, ið hava sama snið sum garaguhurðin. Heysiportur og hurðar fáast í ymiskum standard-støddum, og kunnu eisini vera gjørdar eftir serligum máti.
Novoferm-góskan meinast við eina roynd, har í portrið skal standa eina roynd, íð svarar til 25 upplatingar, dagliga í 10 ár.(91.250 upplatingar). Sjálvandi eru Novoferm TÜV og ISO 9002 certifiserað.

  • Tetningslistar, ið eru allan vegin runt, gera at afturlatingin er tøtt.
  • Kunnu gerast til lítil mál.
  • Stál-karmur er bæði á síðu og í erva. (veljast kann ímillum 2 karm-typur)
  • Eyka trygdarbesløg ímóti tjóvaríði (standard).
  • Fullkomið javnvigað porturblað við torsionsfjøðrum.
  • Trykt ímótir at klemma fingranar við teimum speciellu sektiónsformningunum.
  • Trygd ímóti at klemma fingranar við teimum serstøku sektiónssniðunum.
  • Hongsl og rullibesløg eru sera sterk.
  • Høgt bjálvingarvirði, við PUR skúmi

Sektiónirnar, ið eru úr stáli, eru heittgalvaniseraðar og grundlakeraðar við pulvuri í hvítum ella brúnum.

Sektiónirnar, ið eru úr træi, fáast í norðurlendskum furutræi ella úr tí eksklusiva Red Cedar (Hemlock).

Bjálvað heysiportur sæð innanifrá. Sektiónirnar glíða ljóðleyst upp undir lofti. Heysiportrini svinga ikki út undir nýtslu.

Heysiportur kunnu útvegast í mongum ymiskum sniðum - her eru nøkur dømi.

Legg til merkis, at standard ísetanin av tetningslistanum á slagnum ISO, ger at bjálvingarvirðið er heilt uppi á 0,8 m2/k.

Portsektiónirnar úr stáli ella træi Novoferm E*
Heysiportur úr stál ella træ sektiónir ikki bjálvað slag S ella bjálvað, slag ISO.
Síðan á portrinum, ið vendir úteftir, er merkt við "Stucco" ella "Woodgrain"sniðið. Er pulvurlakerað við polyester - baserað máling. ISO er vælegnað til garagur, ið eru samanbygdar av bústøðum, hevur eina fasta kjarnu av PUR skúmi, ið gevur eitt høgt bjálvingarvirði, sum ger at hitanýtslan verður minni.

Portrið úr træi fast í tveimum træsløgum:

Nordisk kvist furutræ ella redcedar. Bæði sløgini eru sektiónir við fyllingum úr nordiskum træi ella úr vatnrøttum rustikk sniði, við trætjúkt uppá ca. 16 mm. Sektiónirnar eru grundaðar við klárari træverju, og hetta skal eftir viðgerast við einari træverju við UV-filturi ella við einari træ-dekkandi máling.

Àðrenn portrið verður uppsett, er tað týdningarmikið at garagan er frí fyri byggifukt, cement og støv. Træ upptekur fukt og fuktur kann bera við sær at rivur koma í portrið. Ver varin! ein kraftig hitakelda nærhendis portrinum kann skaða træið.

Á heysiportrinum eru sektiónirnar settar soleiðis saman, at einki millumrúm er tá íð portrið verður latið upp. Eingin møguleiki er at fáa fingranar ímillum portrið, uttan mun til hvat fyri slag tú velur.